Anna Mikkjalsdóttir úr Trongisvági luttekur fimta árið á rað í finaluni hóast hon bert er 18 ár. Longu í 2012 vann hon sít fyrsta og higartil einasta FM-heitið. Í vetur hevur hon spælt væl og vant nógv og tað er eingin ivi um at hon ætlar sær eitt føroyameistarheitið aftrat í ár.
17 ára gamla Durita Fríðadóttir Jensen skal verja FM-heitið frá 2014 og 2015. Hóast ung, so fer hon eftir at vinna FM-heitið triðja árið á rað.
Fróði Fríðason Jensen hevur tvey FM-heitið í skjáttuni. Fyrstu ferð vann hann í 2012 og aðru ferð í 2014. Í fjør tapti hann móti Pæturi Albinus og nú hevur hann møguleikan á triðja sinni at vinna FM.
Hallur Thorsteinsson hevur verið í finaluni fyrr. Higartil hevur ikki eydnast at vunnið FM, men eingin ivi er um, at um nakar hungrar eftir einum FM-heiti, so er tað Hallur Thorsteinsson. Hann hevur verið sera nær við - og nú er aftur ein gyltur møguleiki.