Seinasti kappingardagurin í Arctic Open í Nuuk hevur verið í dag, og her sluppu teir seks føroysku spælararnir at royna seg sjálvar. Á skránni var nevniliga einmansleikur – bæði hjá kvinnum og monnum.
Hjá kvinnunum spældu Henrietta Nielsen og Anna Mikkjalsdóttir seg víðari úr bólkaspælinum. Sólja H. Djurhuus var óheppin, tí hóast hon vann tveir dystir í bólkinum, so dró hon styttra stráðið við at blíva nummar trý, soleiðis at hon ikki slapp víðari. Sum verandi meistari var Henrietta Nielsen styrkismett sum nummar eitt og slapp beinleiðis í hálvfinaluna, meðan Anna Mikkjalsdóttir mátti taka ein longri veg hagar – tað legði hon tó líka í, tí hon vann sína fjórðingsfinalu púra greitt 4-0 ímóti grønlendsku Bodil-Monu Frederiksen og slapp harvið eisini í hálvfinaluna.
Í hálvfinaluni rendu Henrietta og Anna seg inn í hvørja aðra. Tað útilokaði eina føroyska finalu, men hinvegin tryggjaði tað, at vit fingu minst eina føroyska í finaluna. Henrietta vann hálvfinaluna 4-0 ímóti Onnu, og tískil var føroyingurin búsitandi í Horsens tilreiðar til eina styrkisroynd í finaluni at verja gullið. Hetta eydnaðist væl, tí Henrietta vann finaluna 4-0 ímóti Rosu-Marie Petersen. Gull til Henriettu og bronsa til Onnu er sama úrtøka sum í fjør, og soleiðis sum lutakastið fløskaði seg fekk tað ikki verið betri.
Hjá monnunum spældu Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson seg víðari. Hallur tapti tepurt 4-2 ímóti Aqqalu Nielsen í 1/8-finaluni, har Fróði – sum ein av teimum styrkismettu í kappingini – slapp beinleiðis víðari til fjórðingsfinaluna. Har vann hann greitt 4-0 ímóti Oscar Hammeken, men í hálvfinaluni mátti hann boyggja seg fyri verandi meistaranum og favorittinum, Ivik Nielsen úr Grønlandi. Fróði var stundum væl við, men eftir stóð ein 4-0-sigur til Ivik og ein hóast alt flott og væl uppiborin bronsa til Fróða.
Enn ein góð Arctic Open er nú av. Úrtøkan hjá føroyingunum bleiv tvær gull, tvær silvur og fýra bronsur (sí yvirlit niðanfyri). Hetta var sættu ferð, at kappingin varð fyriskipað, og næsta ár verður kappingin í Reykjavík. Føroyska ferðalagið setir í morgin kósina aftur ímóti Danmark, har bróðurparturin av ferðalagnum býr, meðan Andras, Kai og Sólja verða aftur á klettunum týsdagin.
Arctic Open 2018 – føroyskt heiðursmerkjayvirlit
Gull:
Henrietta Nielsen, einmansleikur
Kvinnur, liðkapping
Silvur:
Fróði F. Jensen/Henrietta Nielsen, blandaður tvímansleikur
Henrietta Nielsen/Anna Mikkjalsdóttir, tvímansleikur
Bronsa:
Fróði F. Jensen, einmansleikur
Anna Mikkjalsdóttir, einmansleikur
Fróði F. Jensen/Hallur Thorsteinsson, tvímansleikur
Menn, liðkapping