11 spælarar á føroyska ungdómslandsliðnum hava aftur í dag kappast í Mega Cup í Oslo, Noregi. Hetta var seinni kappingardagurin av tveimum, og nú eru føroyingarnir tískil lidnir at kappast á hesum sinni.
Í gjár vórðu átta heiðursmerki vunnin, og í dag blivu so trý vunnin afturat. Eitt av teimum var av gulli. Hetta vann Tórur Eið Eliasen í dreingir 15 B, har Rói Hjaltason vann bronsu. Triðja heiðursmerkið vann Marin Elisabet Poulsen, sum vann bronsu í gentum 12.
Føroyski hópurin kom longu til Noregs mikudagin, og hetta gav møguleikan til venjing og venjingardystir ímóti lokalum spælarum í Oslo. Hetta var ein frálíkur møguleiki, og føroysku spælararnir hava víst heilt gott spæl seinastu dagarnar.
Ferðalagið verður aftur í Føroyum í morgin.
Heiðursmerkjayvirlit - Mega Cup, dagur 2
Dreingir 15 B
Gull: Tórur Eið Eliasen
Bronsa: Rói Hjaltason
Gentur 12
Bronsa: Marin Elisabet Poulsen
Marin Elisabet Poulsen.