Triði og seinasti kappingardagurin í Arctic Open í Reykjavík er nú av. Lagt varð til brots longu kl.09.00 í morgun við tvímansleiki. Tað føroyska parið, ið kom longst, var føroyameistaraparið, Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson. Teir taptu í hálvfinaluni og fáa harvið bronsu.
Tíðliga seinnapartin var so einmansleikur á skránni - bæði hjá kvinnum og monnum. Her gjørdist talan um nógv sera góð føroysk avrik. Fróði F. Jensen var ein av teimum, ið var glóðheitur í dag. Hóast ein svipsara í bólkaspælinum, spældi hann seg víðari sum tvey-ari. Hann vann sannførandi sigrar í bæði 1/8-finaluni og fjórðingsfinaluni, men í hálvfinaluni mátti hann lúta fyri íslendska meistaranum, Magnusi Gauta Úlfarssyni. Talan var um ein sera tættan og stundum fantastiska væl spældan dyst, sum tíverri koppaði til heimamannin. Hann vann 4-3.
Eisini Eyðun F. Ellendersen hevði góða spælið við sær í TBR-høllina í Reykjavík í dag. Føroyski deffarin stríddi seg til tveir 3-2-maratonsigrar bæði í 1/8-finaluni og fjórðingsfinaluni, og at hann rakk hálvfinaluni er eitt frálíkt avrik í sjálvum sær. Í hálvfinaluni gjørdist hann tó ov stuttur og tapti fyri fleirfalda íslendska meistaranum, Magnusi K. Magnussyni. Hann stríddist sum úlvur á skóg og tapti 4-2.
Á kvinnusíðuni var tað serliga Rakul Mikkjalsdóttir, ið gjørdi um seg. TBF-spælarin, sum nýliga hevur gjørt comeback og luttekur í Arctic Open á fyrsta sinni, var av tí sama kanska ikki kend av so nógvum í kappingini, men hon fekk av álvara sligið sítt navn fast við at spæla seg í hálvfinaluna. Í fjórðingsfinaluni vann hon eitt nú flottan 3-2-sigur á einari stinnari grønlendskari, men í hálvfinaluni mátti hon tó boyggja seg eftir 4-2-tap fyri Pipaluk Bech Serubabelsen. Bronsuna kann Rakul vera nøgd við, og góða spæl hennara boðar frá góðum undan komandi avbjóðingum so sum oyggjaleikum.
Eisini lítlasysturin hjá Rakul, Anna Mikkjalsdóttir, spældi seg víðari. Hon bleiv tvey-ari í bólkinum, og í fjórðingsfinaluni tapti hon 3-0 fyri Pipaluk Bech Serubabelsen. Dysturin var so tættur, sum hann kundi verið, hóast at tað endaði 3-0.
Av øðrum avrikum má eisini nevnast 16 ára gamla Britt Michelsen, sum luttekur á føroyska A-landsliðnuma fyrsta sinni, men so hjartaliga takkaði fyri álitið og spældi seg víðari úr bólkaspælinum. Hon vann heili fýra av fimm dystum í bólkaspælinum og kom harvið enntá ruddiliga víðari til fjórðingsfinaluna, har hon tapti 3-0 fyri grønlendsku Melissu Larsen.
Samanumtikið var Arctic Open 2019 ein góð kapping sæð við føroyskum brillum. Nógv heiðursmerki komu í hús, og tað restar ikki nógv í áðrenn heiðursmerkini kunnu vera av øðrum slagi enn silvur og bronsu.
Fróði F. Jensen var mest eyðsýndi føroyski leikarin hesaferð. 27 ára gamli Amager BTK-spælarin vann heiðursmerki í øllum, sum hann luttók í: bronsu í einmansleiki, bronsu í tvímansleiki, bronsu í liðkappingini og silvur í blandaðum tvímansleiki.
Liðkapping - menn
Bronsa: Føroyar A
Liðkapping - kvinnur
Silvur: Føroyar A
Einmansleikur - menn
Bronsa: Fróði F. Jensen
Bronsa: Eyðun F. Ellendersen
Einmansleikur - kvinnur
Bronsa: Rakul Mikkjalsdóttir
Tvímansleikur - menn
Bronsa: Fróði F. Jensen / Hallur Thorsteinsson
Blandaður tvímansleikur
Silvur: Fróði F. Jensen / Durita F. Jensen
Rakul Mikkjalsdóttir og Hallur Thorsteinsson (Mynd: Borðtennissamband Íslands)