Tað hevur verið ein avbjóðandi dagur við truplari mótstøðu í Malta International Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament, har føroyska ungdómslandsliðið í hesum døgum luttekur við átta leikarum.
Eftir ein dag við heilt góðum úrslitum í gjár, so hava seinastu bólkadystirnir í liðkappingini verið á skránni í dag. Eftir hetta varð eisini ein plaseringsdystur spældur.
Í samlaðu liðdystunum verður leikt fyrst upp í tríggjar dystir, og tað gekk fyri tað mesta rættiliga skjótt hjá mótstøðufólkunum í dag at vinna seg upp í trý. Einasta føroyska sigurin í dag vunnu Høgni Heinason og Rói Hjaltason í tvímansleiki, har teir hava víst seg at vera sera kringir og vunnu 3-1 á einum stinnum pari av Kýpros.
Í morgin er einmansleikur á skránni, og seinast á degnum verður allarseinasti plaseringsdysturin í liðkappingini spældur. Her spæla øll føroysku liðini um ikki at enda aftast.
Úrslit - dagur 2
Dreingir
(Høgni Heinason, Rói Hjaltason og Tórur Eið Eliasen)
Føroyar - Kýpros 1-3
Føroyar - Noreg 0-3
Gentur
(Anja Wongwai og Marin Elisabet Poulsen)
Føroyar - Libanon 0-3
Føroyar - Noreg 0-3
Mansunglingar
(Ári Fríðason Jensen og Heri Lava Láadal)
Føroyar - Libanon 0-3
Føroyar - Kýpros 0-3
Kvinnuunglingar
(Britt Michelsen og Yoana Wertebach, Noreg)
Føroyar- Kýpros 0-3
Føroyar - Noreg 0-3
Marin Elisabet Poulsen og Anja Wongwai dystast her ímóti Noregi.