Eftir eitt fantastiska flott avrik í hálvfinaluni móti favorittunum úr Gotlandi hava Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen leikt seg í finaluna í tvímansleiki fyri kvinnur.
Gotlendingarnir vórðu mettir nr. 1 til 2 av fyrireikarunum, men Evelina Carlsson og Elin Schwarz megnaðu ikki at vinna á okkara í einum dramatiskum dysti. Gotlendingarnir løgdu seg á odda, vit javnaðu og tær løgdu seg aftur á odda 2-1. Nú vóru vónirnar ikki góðar.
Men okkara reistust enn eina ferð og vunnu fjórða sett og nú gjørdist spennandi. Við góðari hjálp frá viðhaldsfólkunum nærkaðust vit spakuliga finaluni og vunnu vit fimta og avgerandi settið 11-8.
Sera óvæntað endaðu vit í eini finalu - og sjálvandi er kenslan sera góð í føroyska borðtenishópinum - hetta kom væl við. Minst eitt silvurmerki er komið í hús!
Føroyskt borðtennis hevur síðani Oyggjaleikirnir byrjaðu vunnið eitt gull, trý silvur og umleið fýra bronsumerki. Gull í Hetlandi 2005, tvey silvur í Ålandi 1991, eitt silvur her á Jersey 1997 og bronsu í 2011 á Isle of Wight, 2003 á Guernsey, 1993 á Isle of Wight og 1989 í Føroyum. Kanska vit hava gloymt okkurt.
Tað sæst, at í føroyskum borðtennishøpi er eitt silvurmerki gott. Gullmerki er ikki langt burtur og vit fara sjálvandi eftir tí.