durita-henri-enn-vid.jpg

Durita og Henrietta eru enn við

Bólkaspælið hjá kvinnunum varð avgreitt midudagin seinnapart.

Henrietta Nielsen spældi seg víðari hóast óvæntað tap í bólkaspælinum. Somuleiðis megnaði Durita F. Jensen at spæla seg víðari í sínum bólki eftir ein taptan og ein vunnan dyst. Anna Mikkjalsdóttir endaði í einum kanónbólki og hóast ein sigur, so er hon útsligin í kappingini.

Kl. 1130 í dag fer Dawn Morgan av Guernsey at standa hinumegin netið hjá Duritu og Henrietta fer at spæla ímóti Linu Olofsson úr Gotlandi, somuleiðis kl. 1130.