duri-henri-br.jpg
Henrietta Nielsen og Durita Jensen.

Durita og Henrietta bronsu í Reykjavík

Í tvímansleiki hjá kvinnum vunnu Henrietta Nielsen og Durita Jensen bronsu í Arctic Open í Reykjavík. Hetta er fyrstu ferð tær luttaka saman í kapping fyri Føroyar og tí er hetta eitt flott avrik. Durita er bert 14 ára gomul, so hon og Henrietta hava báðar eina gylta framtíð um tær halda fram í sama lag.

Í hálvfinaluni taptu tær 3-1 (11-2, 11-8, 11-13, 14-12) ímóti sterka íslendska parinum Lilju Rós Jóhannesdóttir og Evu Jósteinsdóttir.