drugvur-roskilde.jpg
Durita F. Jensen í dysti

Drúgvur dagur í Roskilde

Tað er mangt og hvat á skránni í føroyskum borðtennis í vár og í summar, og sum ein liður í fyrireikingunum til FM í apríl, Arctic Open í mei og oyggjaleikirnar í juni, er ein føroyskur hópur hetta vikuskiftið í Danmark, har luttikið verður í Roskilde Cup.

 

Føroysku leikararnir, sum eru við, eru Kai Roest, Pætur Albinus, Sveinur M. Nolsøe, Knútur Jóanesarson, Anna Mikkjalsdóttir og Durita F. Jensen. Harumframt er Eyðun F. Ellendersen, sum dagliga spælir við SISU MBK í Århus, eisini við.

Ferðaleiðari er Vagnur Nolsøe. Hópurin kom til Roskilde fríggjakvøldið, og tíðliga leygarmorgun varð lagt til brots í stásiliga Roskilde Kongrescenter Bauhaus Arena, har tvær stórar hallir løgdu gólv til hesa árligu afturvendandi kappingina, sum føroyingar so gott sum á hvørjum ári luttaka í.

Mótstøðan var stinn hendan fyrsta dagin. Eyðun, sum luttók í herre klasse 2, var um reppið at spæla seg víðari, men misti á stokkinum. Hann vann ein dyst, eins og Knútur gjørdi tað í hesum sama bólki. Tað var tíverri eiheldur nóg mikið til at spæla seg víðari. Knútur luttók eisini í U21 B, og har var úrslitið tað sama - ein sigur, men ikki víðari spæl. Í hesum bólkinum luttók eisini Sveinur, sum tíverri ikki kom á talvuna frá morgunstundini.

Kai Roest luttók í herre klasse 5 og 6. Hann vann tilsamans tveir dystir, men spældi seg ikki víðari. Pætur luttók í herre klasse 3. Hann kom víðari sum eittari í bólkinum, og sat tí yvir í 1/16-finaluni. Í 1/8-finaluni vann hann ein sera tættan dyst við allarminsta muni, nevniliga 3-2 í settum og 11-9 í avgerandi setti. Hann mátti tó lúta í fjórðingsfinaluni.

Tað bleiv til útivið 12 tímar í høllini í dag, og teir troyttu leikararnir eru nú farnir at hvíla seg áðrenn enn ein kappingardagur bíðar teimum í morgin. Vit frætta nærri aftur her á síðuni hvussu leikur fórst.

Hjá kvinnunum sá soleiðis út: Anna Mikkjalsdóttir gjørdist nr. 3 og Durita F. Jensen nr. 4 í 'Dame Klasse 1'.

Í 'Åben klasse B' gjørdist Durita nr. 5.

Í báðum hesum kappingum var' byrjað við bólkaspæli; fyri síðani at fara til úrslitaleikir. So eisini her gekst væl.