dramatikkur-i-bl.jpg

Dramatikkur í blandaðum tvímansleiki tá Durita og Knútur vunnu

Áskoðararnir fingu drama fyri pengarnar tá tey vóru vitni til eina spennandi finalu í blandaðum tvímansleiki.

Fróði F. Jensen og Elinborg Nygaard, TBF ímóti Duritu F. Jensen og Knúti Jóannesarson, Tór. Fróði móti Duritu - Tór móti TBF.

Og dysturin gjørdist spennandi til seinasta bólt. Fimta og seinasta sett endaði 14-12 til Duritu og Knút, sum sostatt varðveittu FM-heitið. Settini endaðu: 11-9, 7-11, 11-4, 7-11 og 14-12.

Bronsuna vunnu Kai Roest og Anna Mikkjalsdóttir, TBF.

Kappingarnar halda fram og øll eru vælkomin niðan í Hoyvíkshøllina, at hyggja.