Enn er eingin dystur byrjaður í borðtennishøllini. Jersey hevur sent klagu inn um útrokningarháttin í bólkaspælinum í liðkappingini. Tey siga, at Jersey átti at spæla hálvfinalu og ikki Grønland. Sera óheppið, tí Grønland vann hálvfinaluna og stendur til at vinna gull ella silvur.
Týðandi fólk hava stungið høvdini saman og viðgera í løtuni klaguna. Um Jersey fær viðhald mugu nógvir dystir leikast av nýggjum. Eingin veit hvat fer at henda.
Júst Jersey, hildu vit, varð okkara mótstøðulið kl. 10.00. Nú er kl. 1020 og øll bíða.
Uha-uha.