btsf-takkar-samstarv.jpg

BTSF takkar fyri gott samstarv

Enn ein stórur finaludagur um føroyameistaraheiti er avgreiddur og enn eina ferð eydnaðist tað væl.

10 ferðir hava sersambondini Judosamband Føroya (JSF), Badmontonsamband Føroya (BSF) og Borðtennissamband Føroya (BTSF) skipað fyri tiltakinum. BTSF takkar fyri gott samstarv.

Eisini ein tøkk til Kringvarp Føroya og Tórshavnar Kommunu fyri dyggan stuðul og gott samstarv.

Ikki minst ein stór tøkk til okkara trúgvu fíggjarligu stuðlar, sum ár eftir ár vísa vælvild:

Trygd, Húsavarðatænastan, Andrias Berg, Balslev, Leif Mohr og Jógvan Weihe.


Jóannes Guttesen, formaður, BTSF.