- oktober 2008 sendu Borðtennisfelagið Tór (Tór) og Havnar Judofelag (HJ) skriv til Tórshavnar kommunu (TK) um at betra venjingarumstøðurnar í Havn. Víst varð til ítøkiligar loysnir í samband við evt. útbygging av Badmintonhøllini. Seinni vórðu skitsutekning og kostnaðarætlan eisini send Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar kommuna bøldi á málinum og Tór og HJ venda sær tí aftur til TK við áheitan um varandi loysn. Fundur var eisini við borgarstjóran undan valinum og lyftið varð givið um, at hetta fór at koma í rættlag. Aðrir býráðslimir hava í lesarabrævi givið lyftið um, at betra um hølisviðurskiftini hjá m.ø. borðtennis.
Í januar 2014 var aftur fundur um sama mál. Og tá merktist, at ferð kom á. Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mæla til prinsippiella viðgerð. Mentamálanevndin samtykti at útvega kostnaðarmeting fyri ætlanina. Á íløguætlanini vórðu 7 milliónir settar av til endamálið og bjartskygni spjaðir seg millum borðtennis- og judofólk í Havn. Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin heimilað nú umsitingini at útvega útbjóðingartilfar við kostnaðarmeting og mæla til at bjóða arbeiðið út. Eisini mæla teir til, at játta 7 milliónir av íløguætlanini fyri 2014. Og so varð hetta samtykt í mentamálanevndini, í fíggjarnevndini og einmælt á býráðsfundi tann 22. mai 2014.
Borðtennisfelagið Tór og Havnar Judofelag frøddust um avgerðina – endiliga - eftir seks ára bíðitíð!
Men, men, men…..
Á fíggjarnevndarfundi 22. oktober 2014 verður fótbóltsvøllur í Hoyvík umrøddur. Eftir fundin kemur ískoyti í málið og so mæla trivnaðarstjórin og tekniski stjórin til, at fíggja fótbóltsvøll í Hoyvík við m.ø. 5 milliónum ætlað til judo- og borðtennishøll. Á fíggjarnevndarfundi 30. oktober tekur fíggjarnevndin undir við uppskotinum og á býráðsfundi, sama dag, atkvøður eingin ímóti uppskotinum. Peningurin sæst ikki aftur á játtanini fyri 2015.
Eftir at hava spurt um hvørjar fakligar og politiskar grundgevingar eru fyri, at bíða við borðtennis og judohøll, hava ítróttarfeløgini fingið at vita, at peningurin ”er læntur” og kemur á aftur í 2016, at ”lyfti” eru givin um hetta, at hetta er ”vanlig mannagongd”. Men einki skriftligt tilfar finst um tað.
Eitt satt vónbrot fyri tey, ið í áravís, sjálvboðið, nýta sína frítíð at skipa fyri venjingum og trivnaði fyri borðtennisleikarar og judoíðkandi í kommununi. Og sum hava vunnið heimstaðnum eitt ótal av FM – heitum umframt umboða Havnina, sera virðiliga, á landsliðum uttanlands og á heimavølli.
BTSF undrast á, hvussu tað kann verða gott fyri trivnaðin í kommununi ikki at hava fjølbroytt frítíðartilboð til borgararnar – serliga børn og ung. Somuleiðis er tað undrunarvert, at raðfylgjan í raðfestingunum ikki er øðrvísi. BTSF fegnast vegna fótbóltin um betraðar umstøður, men nú valdar órættvísi av álvara. Tá havt verður í huga játtaninar til Tórsvøll, vøllin á Argjum og vøllin í Hoyvík – já tá eru tær horvnu 5 milliónirnar til tvær lítlar hungrandi ítróttargreinir, so at siga, einki.
Høvuðsstaðurin hevur brúk fyri hesum ítróttargreinum og um Havnin ætlar sær at bjóða seg til at hýsa oyggjaleikum, so kann hetta ikki útsetast og útsetast – vandi er av álvara fyri, at tær smáu ítróttargreinirnar spakuliga bløða út um hendan gongdin heldur fram.
Borðtennissamband Føroya stuðlar við hesum Havnar Judofelag og Borðtennisfelagnum Tór í torføra dystinum um betri hølisviðurskifti í Havn.