475_r_705_0.jpg

Broytingar í skránni

Nakrar broytingar eru gjørdar í skránni fyri fyrra hálvár 2013.

Grand Prix kappingin, sum eftir ætlan skuldi verða komandi vikuskiftið, er flutt. Venjaraskeið við Jan Berner verður í Havn leygardagin seinnapartin. Meiri um hetta her á síðuni tá allar tíðirnar eru greiðar.

FM-finalurnar fyri vaksin verða 6. apríl. Sum vanligt verður gallaveitsla aftaná. Vit rokna við, at Kringvarpið fer at senda frá tiltakinum - men er hetta ikki váttað enn.

Innleiðandi kappingin hjá teimum vaksnu verður 2. páskadag, sum í ár er 1. apríl.

FM kappingin fyri ung í Trongisvági verður eisini. Men dagfestingin er ikki funnin.

Sum sagt, so verður kalendarin dagførdur hesar dagarnar - nærri frættist seinni í vikuni.