Broytingar í kappingaryvirlitinum

Seinastu dagarnar eru nakrar broytingar framdar í kappingaryvirlitinum restina av kappingarárinum. Vit vóna, at tað ikki koma fleiri broytingar. Men vert er at fylgja við í kalendaranum - broytingar kunnu koma.

Í kalendaranum til høgru á forsíðuni ber til at fylgja við almennu tiltøkunum hjá BTSF restina av árinum.

Leygardagin 28. januar 2012: Grand Prix 2, single, Tórshavn.

Sunnudagin 19. februar 2012: Grand Prix 2, double, Trongisvágur.

Leygardagin 25. februar 2012: Grand Prix 3, single, Tórshavn.

Leygardagin 3. mars 2012: Grand Prix 4, single, Trongisvágur.

Leygardagin 17. mars 2012: Grand Prix 5, single, Tórshavn.

Fríggjadagin og leygardagin 30. mars og 31. mars 2012: FM fyri ung í Trongisvági.

Páskaaftan og páskadag 7. og 8. apríl: Dómaraskeið í Tórshavn.

2. páskadag 9. apríl 2012: FM innleiðandi, mansunglingar og menn.

Fríggjadagin 13. apríl 2012: FM innleiðandi, kvinnuunglingar og kvinnur.

Leygardagin 14. apríl 2012: Stóri finaludagurin í Ítróttarhøllini á Hálsi, beinleiðis í KVF og siðbundna gallaveitslan um kvøldið. Øll eru vælkomin.