Aðalfundurin 2018 hjá Borðtennissambandi Føroya var í ÍSF-húsinum í Gundadali leygardagin 30. juni. Á skrá sambært viðtøkum sambandsins vóru ásfrágreiðing, framløga av roknskapi, val av nevndum, innkomin mál og ymiskt.
Andras Nolsøe, formaður, legði fram ársfrágreiðing um eitt hendingarríkt ár, og hann greiddi eisini í stuttum frá, at eitt enn meira hendingarríkt ár er í væntu. Rógvi Thorsteinsson, kassameistari, legði fram grannskoðaðan roknskap, ið staðfesti, at virksemið hevur verið rikið skynsamt væl vitandi um, at útreiðslurnar næsta roknskaparár gerast størri í tráð við økta virksemið elituni og serliga ungdóminum at frama. Frágreiðing og roknskapur vórðu einmælt samtykt.
Í starvsnevndini stóðu Rógvi Thorsteinsson og Jens Pauli Nolsøe fyri vali. Rógvi Thorsteinsson tók við afturvali og heldur fram, meðan Jens Pauli Nolsøe valdi at takka fyri seg. Jens Pauli, ið hevur virkað sum næstformaður og skrivari, hevur sitið í starvsnevndini í 10 ár, og Borðtennissamband Føroya rættir honum inniliga tøkk fyri stóran leiklut og gott arbeiðslag í nevndini hetta tíðarskeiðið.
Peter H. Niclasen tók við afturvali sum formaður í kappingarnevndini, og nýggjur sum eykalimur í starvsnevndini er Hugin Kárason Mortensen. Starvsnevndin skipar seg á eykaaðalfundi í august. Lýst verður við eykaaðalfundinum seinni.