brons-avgr.jpg

Bronsumerkini avgreidd

Dystirnir um bronsuheiðursmerkini vórðu avgreidd fríggjakvøldið.

Hjá kvinnum vann Elinborg Nygaard, TBF bronsu. Bronsumerkið hjá monnum fór ein væl spælandi Pætur Albinus úr Tór við. Í blandaðum tvímansleiki vunnu Elinborg Nygaard, TBF og Kaj Roest, TBF. Hallur Thorsteinsson, Tór og Rói Agnarson, Tór vunnu bronsuheiðursmerkini í tvímansleiki hjá monnum.

Bronsuheiðursmerkini verða handaði í Hoyvíkshøllini leygardagin eftir tær einstøku finalurnar - og tá verða dagførdar myndir at síggja av heiðursmerkjavinnarunum.