Í vikuskiftinum 5. - 8. februar hava borðtennisleikarar verið uttanlands til kappingar. Talan var um stóra borðtenniskapping í Roskilde, har leikarar úr øllum norðurlondum tóku lut.
Sjey føroyskir leikarar tóku lut: Durita F. Jensen, Anna Mikkjasdóttir, Knútur Jóannessarson, Sveinur M. Nolsøe, Eyðun Ellendersen, Hallur Thorsteinsson og Fróði F. Jensen.
Føroyingarnir kunnu vísa á góð úrslit eftir lokna kapping:
Anna vann dame klasse 2
Durita varð nr. 2 í dame junior B
Anna og Sveinur gjørdust nr. 3 í U21 C
Eyðun var í kvartfinalu í herre klasse 2
Fróði vann herre klasse 3
Kappingar av tílíkum slag eru fyrireikingar til oyggjaleikirnar, ið eru á Gotlandi á sumri 2017.
Næst fyri stendur Arctic Open, ið verður í Reykjavík í mai. Tá luttaka Ísland, Føroyar og Grønland. Haraftrat er ætlanin at bjóða øðrum tjóðum við.