Í hesum døgum eru liðin 30 ár síðani borðtennisfelagið Tór í Havn varð sett á stovn, og hetta ætlar felagið sær at hátíðarhalda.
Dagurin verður hátíðarhildin í sambandi við 3. Grand Prix-umfar tann 9. november í høllini á Hálsi í Havn.
Byrjað verður kl.13:00 við móttøku, har Peter Hentze Niclasen, ein av stovnarunum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fara at halda røðu.
Borðtennifelagið Tór letur heilsa, at øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin, og at kaffi, køkur og annað gott verður at fáa.
Sjálva kappingin, sum er 3. Grand Prix-umfar og Masters-kapping, byrjar kl.13:30, men hátíðarhaldið heldur kortini fram samstundis.