btsf-logo-veggur.jpg

Aðalfundur 2024

Við hesum verður kallað inn til aðalfundin 2024 hjá Borðtennissambandi Føroya leygardagin 29. juni kl.12:00 í hølunum hjá ÍSF á Eystaru Bryggju 30 í Tórshavn.

Skrá sambært viðtøkum sambandsins:

  1. Val av orðstýrara
  2. Nevndirnar greiða frá virki teirra í farna ári
  3. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
  4. Innkomin mál
  5. Val av nevndum og eykalimum
  6. Val av grannskoðara
  7. Ymiskt

Innkomin mál skulu sambært grein 5, stk. 4 vera starvsnevndini í hendi seinast 7 dagar áðrenn aðalfundin. Hesi kunnu sendast til btsf@btsf.fo.