Føroyski borðtennisspælarin, Anna Mikkjalsdóttir, spælir við danska felagnum, Sisu/MBK í Århus, og tað gongur bara heilt væl hjá henni og liðfeløgunum. Tær spæla í 1. division, sum er næstbesta deildin í Danmark.
Fýra spælarar eru á liðnum, harav Anna Mikkjalsdóttir. Fyrra helvt av kappingarárinum er nú av, og tað eydnaðist Onnu og teimum at enda nummar trý av seks liðum, sum var nóg mikið til at tær sleppa við í endaspælið, sum byrjar eftir nýggjár.
Kappingin er skipað soleiðis, at liðini hittast ymisk vikuskiftir og avgreiða 3-4 liðdystir hvørjaferð. Seinastu tvær samlingarnar hava verið í Roskilde. Seinastu samlingina, sum Anna var við í, vann hon seks út av sínum 12 dystum.
- Eg eri væl nøgd við mítt spæl, og hóast eg ikki vinni allir mínar dystir, so føli eg, at eg havi gjørt alt tað eg kundi tá ið dystirnir eru lidnir, sigur Anna.
- Støðið í deildini er blandað. Tildømis hevur Roskilde eitt lið, har tríggjar kvinnur eru við, ið hava spælt Elitedivision í fleiri ár. Eisini eru lið við, ið stilla við einans tveimum leikarum ella eykaleikarum, ið hava nógv lægri støðið enn hinar í deildini, greiðir Anna frá.
- Hetta kemst av, at tað ikki eru nokk av kvinnum, ið spæla borðtennis, leggur hon afturat.
Tað liðið, sum vinnur endaspælið í 1. division, flytir upp í bestu deildina, Elitedivisionen.