anna-m-fm.jpg
Føroyameistarin

Anna Mikkjalsdóttir føroyameistari

Eftir at hava vunnið føroyameistaraheitið í 2012 gingu fýra ár og so brast fyri nev aftur hjá Onnu Mikkjalsdóttir og hon er aftur føroyameistari í borðtennis hjá kvinnunum.

Hinumegin borðið stóð føroyameistarin undanfarnu tvey árini Durita F. Jensen. Anna legði seg á odda 2-0 í settum, men Durita menti seg og vann næstu tvey settini. 2-2 og fimta og avgerandi settið skuldi avgera FM. Anna spældi væl og gjørdi fá mistøk - og tá er møguleikin góður fyri at vinna. Og tað eydnaðist í eini góðari kvinnufinalu - kanska tann besta í nýggjari tíð.