Á gallaveitsluni eftir Kontrast FM-finaludagin leygardagin vórðu ársins heiðrar í borðtennis hetta kappingarárið handaðir:
Ársins leikari: Hallur Thorsteinsson (Tór)
Ársins leikari og herðaklapp: Anja Wongwai (TBF)
Ársins ungi leikari: Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
Anja Wongwai, sum hevur havt eitt gott kappingarár, og leygardagin setti krúnuna á verkið við sínum fyrsta føroyameistaraheiti, varð kosin ársins leikari hjá kvinnum.
Hon fekk eisini ársins herðaklapp fyri sítt stóra íkast bæði í TBF og í Borðtennissambandi Føroya sum heild. Hon er sera hjálpsom, og hjálpir sjálvboðin væl til á ungdómslandsliðnum.
Ársins leikari hjá monnum gjørdist Hallur Thorsteinsson. Hann gjørdist júst ov stuttur til FM-heitið hesaferð, men hevur annars verið sera sannførandi hetta kappingarárið.
12 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini varð útnevndur sum ársins ungi leikari. Hann hevur av álvara gjørt seg galdandi hetta kappingarárið, eitt nú við at gerast yngsti leikari í A-bólkinum nakrantíð (11 ár), og við góðum úrslitum í kappingum uttanlands.
Myndir av teimum heiðraðu síggjast niðanfyri.
Ársins leikari og herðaklapp: Anja Wongwai (TBF)
Ársins leikari: Hallur Thorsteinsson (Tór)
Ársins ungi leikari: Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)