andras-nyggjur.jpg

Andras Nolsøe nýggjur formaður í Borðtennissambandi Føroya

Eykaaðalfundur í Borðtennissambandi Føroya var í ÍSF-húsinum mánakvøldið 09. oktobur 2017.

Á skránni var val av formanni til starvsnevndina.

Í uppskoti var Andras Nolsøe, og var hann valdur. Andras var formaður í BTSF í tíðarskeiðinum 2003-2009, og er hann nú formaður á øðrum sinni í Borðtennissambandinum.

Hann tekur við eftir Jóannes Guttesen, ið sat sum formaður 2011-2017.