aftur-gull-fo.jpg
Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen saman við landsliðsvenjaranum Peter Niclasen.

Aftur gull til Føroyar

Føroyar hava vunnið næsta gullmerkið í borðtenniskappingini í Hoyvíkshøllini har Grønland, Ísland og Føroyar kappast.

Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen vunnu allar fimm dystirnar í kappingini í tvímansleiki hjá kvinnum og tryggjaðu Føroyum næsta gullmerkið í kappingini. Silvur vunnu Rosa Marie Petersen og Karlinnguaq Lundlblad úr Grønlandi og bronsuna vann blandaða parið úr Íslandi og Grønlandi, Aður Tinna Aðalbjarnardótti og Ingilli Petersen.

Í liðkappingin hjá monnum endaðu Føroyar aftast. Grønland 1 vann gull við at vinna allar dystirnar. Ísland 2 vann silvur og Ísland 3 bronsu.

Nú kl. 13 byrjaði blandaður tvímansleikur og kl. 15 verður tvímansleikurin hjá monnum og einmansleikurin hjá kvinnum avgreiddur.

Ímorgin kl 09 spæla menninir innleiðandi í einmansleiki - og so endar alt við hálvfinalum og finalum seinnapart ímorgin. Kl. 13 verður hálvfinalan í tvímansleiki hjá monnum, síðani hálvfinalan í blandaðum tvímansleiki og so einmansleikurin hjá kvinnum og monnum. Kl. 15 byrja finalurnar í somu raðfylgju.

Eftir tað verður heiðursmerkjahandan.