Í døgunum 4-7 juli fara bestu føroysku borðtennisleikararnir at royna seg í Arctic Open í Reykjavík.
Kappingin er eitt alternativ til Oyggjaleikirnar, har borðtennis, fyri fyrstu ferð, ikki er ein av ítróttargreinunum.
Grønland, Ísland og Føroyar hava tikið stig til kappingina og umframt hesi londini luttekur Jútland eisini við einum liði.
Kappingin er skipað eftir nøkulunda sama leisti, sum oyggjaleikakappingarnar. Liðkapping og einstaklingakapping.
Føroyar hava trý lið við í kappingini - tvey manslið og eitt kvinnulið.
Kvinnuliðið er mannað við Henriettu Nielsen, Onnu Mikkjalsdóttir og Duritu Jensen. Føroyska A-landsliðið er mannað við føroyameistaranum Peter Niclasen, Halli Thorsteinsson og Pæturi Albinus. B-landsliðið hjá monnum er mannað við Eyðuni Ellendersen, Knúti Jóannesarson, Sveini M. Nolsøe og Hanusi Sørensen. Venjari er Jan Berner úr Svørríki.
Vónirnar eru góðar og roknast kann við einari javnari kapping har øll fáa nakað burturúr.
Ferðalagið fer úr Føroyum mikudagin og kemur aftur mánadagin.
Tað ber til at fylgja við á heimasíðuni hjá íslendska borðtennissambandinum bordtennis.is og annars frættist meiri um kappingina her á síðuni eftir kappingina.