Føroyska A-landsliðið í borðtennis hevur um vikuskiftið verið savnað á venjingarlegu í høllini á Hálsi í Havn. Við á leguni vóru 11 leikarar, harav nakrir teirra vóru frá ungdómslandsliðnum. Vant varð tvær ferðir um dagin í tríggjar dagar - fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.
Leygardagin var hópurin til framløgu hjá sálarfrøðinginum, Kristiani Eli Andersen. Hann hevur sjálvur fingist nógv við ítrótt, og hann kom við nógvum góðum og viðkomandi ráðum til tað sálarliga, ið jú er ein týðandi partur av borðtennis. Hetta var áhugavert og læruríkt hjá leikarunum, sum eftir fyrilesturin sluppu beinleiðis til venjing at royna nøkur av ráðunum, ið júst vóru givin.
Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur, hevði fyrilestur leygardagin.
Tað var landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, ið stóð á odda fyri venjingarleguni. Tema á leguni hesaferð var serliga upphitingar, beinarbeiði og tann sálarligi parturin. Endað varð sunnudagin seinnapart við einari innanhýsis liðkapping.
Um heilsustøðan í samfelagnum loyvir tí verður ein venjingarlega aftur hjá A-landsliðnum stutt undan jólum.
Luttakarar hesaferð:
Anja Wongwai (TBF)
Ári F. Jensen (Tór)
Britt Michelsen (TBF)
Eyðun F. Ellendersen (Sisu MBK, Danmark)
Durita F. Jensen (Amager BTK, Danmark)
Hanna Fonsdal Højgaard (TBF)
Henrietta Nørr (BTK Triton, Danmark)
Marin Elisabet Poulsen (TBF)
Pætur Albinus (Tór)
Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)
Tórur Eið Eliasen (Tór)