Nýggja kappingarárið í føroyskum borðtennis byrjaði í dag, tá ið skipað varð fyri 1. Grand Prix-umfari í høllini í Trongisvági. Í alt 35 leikarar luttóku.
Í A-bólkinum var sum væntað hørð kapping ímillum Pætur Albinus, Peter H. Niclasen og Svein M. Nolsøe. Tað endaði við, at Pætur Albinus var fremstur eftir harðvunnan 3-2-finalusigur á Peteri H. Niclasen.
Í B-bólkinum var tann serliga støðan, at heili trý systkin dystaðust í sama bólki. Tey vóru Hjallgrím, Hanna og Jósvá Fonsdal Højgaard. Her hann elsti beiggin, Hjallgrím, reypa sær av at enda fremstur ikki bara av systkjunum, men øllum í bólkinum.
Í hinum bólkunum vóru nógvir nýggjir leikarar at síggja. Hetta var hugaligt at síggja, og leikararnir spældu og stríddust væl.
Eisini er at fegnast um, at luttakaratalið (35) er nakað hægri enn undanfarnu tvey árini. Vónandi heldur hendan gongdin fram.
2. Grand Prix-umfar í røðini av seks umførum verður í høllini á Hálsi í Havn leygardagin 2. november.
Grand Prix 1. umfar - úrslit
Bólkur A
1. Pætur Albinus (Tór)
2. Peter H. Niclasen (Tór)
3. Sveinur M. Nolsøe (Tór)
4. Kai Roest (TBF)
5. Heri Lava Láadal (Tór)
6. Ári Fríðason Jensen (Tór)
7. Britt Michelsen (TBF)
8. Vagnur Nolsøe (TBF)
Bólkur B
1. Hjalgrím Fonsdal Højgaard (TBF)
2. Anja Wongwai (TBF)
3. Marin Elisabet Poulsen (TBF)
4. Beinta Dalfoss Joensen (TBF)
5. Hanna Fonsdal Højgaard (TBF)
6. Jósvá Fonsdal Højgaard (TBF)
Bólkur C
1. Gunnar Vang Niclasen (Tór)
2. Elias Petersen (Tór)
3. Reinar Garðshamar (TBF)
4. Pætur Frederiksen (Tór)
5. Tobias Garðshamar (TBF)
6. Lias Arnason (TBF)
Bólkur D
1. Maria Albinus (Tór)
2. Marianna Holm Jacobsen (Tór)
3. Mathias Weinkauf (Tór)
4. Matthias Christensen (Tór)
5. Poul Knút Poulsen (TBF)
Bólkur E
1. Silas Rasmussen (Tór)
2. Jafet Rasmussen (Tór)
3. Jónas Nikolajson (Tór)
4. Kristian Niclasen (TBF)
5. Markus Nygaard (TBF)
Bólkur F
1. Bárður Enni Danielsen (Tór)
2. Hans Jacob Lisberg (TBF)
3. Hans Elias Arge (Tór)
4. Vár Højgaard (Tór)
5. Eyðun Høgenni (Tór)
Dagsins A-bólkavinnari, Pætur Albinus.
Pætur Frederiksen.
Kai Roest.