33-ar-a-muni.jpg

33 ár á muni í hálvfinaluni

13 ára gamli og sera evnaríki Hanus Sørensen tók nógv á bóli fríggjakvøldið, tá hann leikti seg í hálvfinalurnar í kappingini hjá monnum.

Hinumegin borðið stóð 46 ára gamli borðtennisrisin - eingin annar enn Peter Niclasen. Um Peter er nokk skrivað - hann skal eftirhondini bara upplivast! Og høvi verður til tess tá finalan hjá monnum verður í Hoyvíkshøllini. Hóast dygga mótstøðu frá Hanusi, sum beit væl frá sær, so endaði hálvfinalan 4-0 til Peter.

Hin hálvfinalan var millum Fróða F. Jensen og Pætur Albinus. Pætur Albinus, sum verður sjónvarpsviðmerkjari til einstaklingafinalurnar leygardagin, leyp á Fróða frá byrjan og eftir trý sett førdi hann 2-1 í settum. Men Fróði fann góða spælið fram og vann trý sett á rað - 4-2 til Fróða eftir ein góðan dyst.

Tvær góðar hálvfinalur tryggjaðu eina endurtøku av finaluni í 2012. Tá vann Fróði eina spennandi finalu 4-3, so vit hava kanska okkurt at gleða okkum til leygardagin seinnapartin.