Í kvøld leiktu føroyskir borðtennisleikarar innleiðandi umfør um at sleppa í FM-finalurnar á stóra finaludegnum, sum verður saman við borðtennis, badminton og judo í morgin, leygardagin 27. apríl. Stórur spenningur hevur verið um hvør skal manna FM-finalurnar á bæði mannfólka- og kvinnusíðuni. Nógvir útisetar eru komnir heim at luttaka, og hetta hevur økt um spenningin og skapt eina sera tætt og spennandi kapping.
Í kvinnudeildini gjørdist talan um ein vørr. Tí vørrinum stóð 15 ára gamla Sólja H. Djurhuus fyri. Hon spældi seg víðari úr bólkaspælinum, og í hálvfinaluni vann hon 3-1 á tvífalda føroyameistaranum, Rakul Mikkjalsdóttir, sum nýliga gjørdi comeback, og annars hevur víst sera gott spæl. Í finaluni skal Sólja H. Djurhuus hitta liðfelagan í Tór, Duritu F. Jensen, sum í sínari hálvfinalu vann 3-0 á Elinborg C. Mortensen. Durita, sum er 20 ára gomul, hevur verið føroyameistari tvær ferðir áður.
Finalan ímillum Duritu F. Jensen og Sólju H. Djurhuus verður spæld í morgin, leygardagin 27. apríl kl.13.15. Finalan verður víst beinleiðis í KVF.
Kvinnur - úrslit
Bólkur A
-
Durita F. Jensen
-
Sólja H. Djurhuus
-
Maria Albinus
-
Marin Elisabet Poulsen
-
Anja Wongwai
Bólkur B
1. Rakul Mikkjalsdóttir
2. Elinborg C. Mortensen
3. Anna Mikkjalsdóttir
4. Britt Michelsen
Hálvfinalur
Durita F. Jensen - Elinborg C. Mortensen 3-0
Rakul Mikkjalsdóttir - Sólja H. Djurhuus 1-3
Finala
Durita F. Jensen - Sólja H. Djurhuus (leygardagin 27. apríl kl.13.15)