15-ara-durita.jpg

15 ára gamla Durita F. Jensen FM í kvinnudeildini

Í fyrstu finalu síni beinleiðis í sjónvarpinum vann 15 ára gamla Durita F. Jensen, Tór, sítt triðja gull-heiðursmerki leygardagin. Hesa ferð einsamøll.

Føroyameistarin 2012 Anna Mikkjalsdóttir, TBF, hevði eisini vunnið sær pláss við finaluborðið. Í innleiðandi kappingini kvøldið fyri og í unglingakappingini høvdu tær spælt tveir javnar dystir har Anna vann báðar 3-2.

Nú skuldi so gull og silvur býtast í kvinnukappingini og hesa ferð hevði Durita eina góða løtu við borðið og Anna fekk ikki sítt spæl at rigga. Durita vann sannførandi 3-0 og er føroyameistari hjá kvinnum.

Anna Mikkjalsdóttir vann silvur og Elinborg Nygaard, TBF, vann eitt flott bronsuheiðursmerki.