felags.jpg

11 íslendskir leikarar á vitjan

Hetta vikuskiftið er venjingarlega í høllini á Hálsi, har føroyskir og íslendskir borðtennisleikarar venja saman. Tey flestu eru ungdómsleikarar, men eisini venja nakrir A-landsliðsleikarar við.

Føroyar og Ísland hava altíð samstarvað væl í borðtennis, og hava serliga tey seinnu árini havt felags venjingarlegur nærum á hvørjum ári annaðhvørt í Føroyum og í Íslandi.

Hesaferð er tað so Føroyar, ið eigur tørn, og 11 íslendskir leikarar eru komnir hendan vegin at venja saman við sama tali av føroyskum leikarum, soleiðis at tilsamans 22 leikarar venja við.

Tað eru føroyski landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, og íslendski venjarin, Bjarni Bjarnason, sum standa á odda fyri venjingarleguni.

Tvær venjingar eru á skránni leygardag, ein sunnumorgun og síðani er kapping á skránni seinnapartin sunnudagin.

Íslendskir leikarar
Benedikt Aron Jóhannsson
Alexander Chavdarov Ivanov
Lúkas André Ólason
Viktor Daníel Pulgar
Benedikt Darri Malmquist
Benedikt Jiyao Davíðsson
Brynjar Gylfi Malmquist
Guðbjörg Vala Gunnarsdóttir
Helena Árnadóttir
Marta Dögg Stefánsdóttir
Þórunn Erla Gunnarsdóttir

Føroyskir leikarar
Anja Wongwai
Britt Michelsen
Ári Fríðason Jensen
Albert Weihe Wolfsberg
Elsa Kathrina Gisladóttir
Faroe Chairoek
Hadassa S. Christiansen
Jósva Fonsdal Højgaard
Rasmus Sørensen (Danmark)
Rasmus Teitsson í Skorini
Bogi Gardar Bringsberg
Suni á Lava