Tað varð vorðið nakað trongligt við navnaskeltum á verandi FM-ferðasteypum, tá ið hesi skuldu handast nýklaktu føroyameistarunum í vár, og tískil varð avrátt at fáa nýggj ferðasteyp til vega.
Tað vóru Albert Weihe Wolfsberg og Britt Michelsen, sum vunnu FM í ár, og sostatt fingu sítt navn á fyrstu navnaskeltini á nýggju ferðasteypunum.
Tað nú undanfarna FM-ferðasteypið hevði verið í umfar síðani 2002, og tískil var løtan kanska eisini bara sum heild komin til at fáa eitt nýtt ferðasteyp.
Sum siður er, so vinna teir leikararnir, ið hava vunnið ferðasteypið flestar ferðir – í hesum føri í tíðarskeiðnum 2002 til 2024 – til ognar.
Tey, sum hava vunnið ferðasteypið flestar ferðir í hesum tíðarskeiðnum, eru Peter Hentze Niclasen hjá monnum (7) og Henrietta Nørr hjá kvinnum (5).
Í hesum sambandi var eitt lítið hátíðarhald undan 1. Grand Prix-umfari leygardagin, har Peter Hentze Niclasen fekk handað ferðasteypið til ognar.
Henrietta Nørr er búsitandi í Horsens í Danmark, og hevur fingið sítt steyp hagar.
Borðtennissamband Føroya ynskir teimum báðum hjartaliga til lukku við heiðrunum.
Flest FM-heiti í tíðarskeiðnum 2002 – 2024
Menn
Peter Niclasen - 7
Fróði F. Jensen - 5
Ragnar Egilsson - 4
Albert Weihe Wolfsberg - 3
Pætur Albinus - 2
Hallur Thorsteinsson - 1
Kvinnur
Henrietta Nørr - 5
Durita F. Jensen - 3
Susie Midjord - 3
Marin í Dali - 3
Anna Mikkjalsdóttir - 2
Rakul Mikkjalsdóttir - 2
Britt Michelsen - 1
Anja Wongwai - 1
Marin Elisabet Poulsen - 1
Maria Nielsdóttir - 1
Sí fullfíggjað FM-yvirlit her.
