Elsa Kathrina Gisladóttir (t.h.) í dysti í Aarhus Open.

Virkin heystferia: Kappaðust og vandu í Danmark

Tað hava verið nakrir drúgvir, men góðir og gevandi dagar hjá føroyskum borðtennisleikarum, sum síðstu vikuna hava verið á longdari borðtennisferð í Danmark – fyrst í kapping í Aarhus, og síðani á venjingarlegu í Tjele.

Venjing í Viby dagin undan kappingin byrjaði.

Aarhus Open varð spæld í Brabrand vestarliga í Aarhus, og her luttóku seks føroyskir leikarar: Ári Fríðason Jensen (Tór), Elsa Kathrina Gisldadóttir (Tór), Jósva Fonsdal Højgaard (TBF), Hadassa S. Christiansen (Tór), Poul Knút Poulsen (TBF) og Rasmus Teitsson í Skorini (Tór).

Kappingin eydnaðist væl, serliga tí at leikararnir fingu nógvar dystir og øðrvísi mótstøðu, og tá leikararnir leiktu ymiskar tíðir, fingu tey eisini roynt seg sum coach hjá hvørjum øðrum. Hetta er mennandi til tess at greina spælið og leggja røttu ætlanirnar.

Tey stuðla hvørjum øðrum.

Av heiðursmerkjum kom eittans í hús, og hetta syrgdi Ári Fríðason Jensen fyri í vaksna bólkinum herre klasse 4, har hann gjørdist eitt-ari í bólkaspælinum og uttan stórvegis hóvastak streyk allan vegin til finalusigurin og vann eina gávukurv sum løn.

Ári Fríðason Jensen (í reyðum) vann Herre Klasse 4.

Venjingarlega í Tjele

Økið Tjele ímillum Randers og Viborg sigur kanska ikki teimum flestu so nógv, men fyri tey, ið kenna borðtennis, og serliga nakrar føroyingar, so er hetta eitt kent stað. Her liggur nevniliga Danmarks einasti borðtenniseftirskúli, sum fleiri føroyingar hava gingið á seinnu árini.

Á venjingarleguni í Tjele. Venjarar vóru Victor Lynge (t.v.) og Simon Nykjær-Fisher (t.h.)

Umstøðurnar til borðtennis eru tískil góðar í Tjele, og nú heystferia var eftir kappingina í Aarhus, varð avrátt at fara hagar á venjingarlegu í nakrar dagar. Føroyski landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, stóð saman við øðrum fyri leguni, har áleið 25-30 føroyskir og danskir leikarar luttóku.

Umframt hópin av góðum venjingum saman við donskum leikarum, har spøl og servenjingar hvørt um annað myndaðu sjálvu borðtennisvenjingina, so var eisini hugaligt at síggja hvussu ungu føroyingarnir hugnaðu sær og knýttu nýggj vinarbond við donsku leikararnar.

Stórborðtennis er altíð stuttligt.

Ein gevandi Danmarkarferð við 4-5 tímum av borðtennis dagliga í útvið eina viku er nú at enda komin, og tað eru skilligt nakrir lúgvaðir leikarar, sum við hópin av nýggjum íblástri í morgun hava sett kósina aftur ímóti Føroyum.

Sum sæst á kappingarkalendaranum hjá BTSF, so eru fleiri føroyskar kappingar næst fyri, men í desembur verður aftur farið til Danmarkar, tá føroysk luttøka verður í OB Grand Prix í Odense.