Venjingartíðir hjá Tór og TBF kappingarárið 2025/26

Kappingarárið 2025/26 er um at fara av bakkastokki, og í komandi viku byrja venjingarnar aftur í feløgunum.

Hjá TBF á Tvøroyri byrja venjingarnar aftur mándagin 18. august, og hjá Tór í Havn byrja venjingarnar aftur týsdagin 19. august.

Í løtuni verður seinasta hond løgd á kappingarskránna fyri 2025/2026, og verður hon kunngjørd ein av komandi døgunum.

Tað er altíð ókeypis at royna borðtennis í feløgunum í eina tíð, og batt fæst eisini til láns, um tørvur er á tí. 

Niðanfyri sæst yvirlit yvir venjingartíðirnar hjá teimum báðum feløgunum:

Borðtennisfelagið Tór í Havn

Týsdag
Kl.16:30 – 17:30: Nýbyrjarar
Kl.17:30 – 19:30: Vand og vaksin

Mikudag
Kl.19:00 – 21.00: Motiónistar (øll vælkomin)

Hósdag
Kl.16:30 – 17:30: Nýbyrjarar
Kl.17:30 – 19:30: Vand og vaksin

Staður: Høllin á Hálsi, kjallarin

 

Tvøroyrar Borðtennisfelag (TBF)

Mánadag og onsdag
Kl.16:00 – 17:00: Nýggir leikarar (børn & ung)
Kl.17:00 – 18:00: Vandir leikarar (børn & ung)
Kl.18:00 – 20:00: Vaksin

Fríggjadag
Kl.16:00 – 17:30: Kinavenjing fyri øll (persónligur venjari)

Staður: Skúlin í Trongisvági, "Skúlagarðurin (inni)"