Forsíða Tíðindi Úrslit og myndir frá Grand Prix-endabrestinum

Úrslit og myndir frá Grand Prix-endabrestinum

07.03.2026

Sjeynda og seinasta Grand Prix-umfar í hesum kappingarárinum varð spælt í høllini á Hálsi í dag, og talan var um sannan og sera góðan endabrest, har nógv og gott lív var í høllini, og heili 59 leikarar luttóku.

Í fremsta bólkinum vóru tað dagligu Tór-liðfelagarnir, sum í A-bólkinum tó hava verið kappingareytar alt kappingarárið, nevniliga Ári Fríðason Jensen og Rasmus Teitsson í Skorini, sum enn einaferð hittust í finaluni. Hesaferð var Ári bestur, og við 3-1-finalusigri tryggjaði hann sær flest stig í ársins Grand Prix-kapping.

Í B-bólkinum var tað kvinnuligi landsliðsleikarin, Anja Wongwai, sum ruddaði borðið og vann bólkin sannførandi. Í finaluni van hon ímóti B68-veteraninum, Ian Jacobsen, sum hevði funnið sær battið fram aftur og vísti, at tað enn er dugur í. Við 2. plássinum í dag tryggjaði hann sær luttøku í A-bólkinum frá byrjan í næsta kappingarári.

Í C-bólkinum var tað somuleiðis ein kvinna, nevniliga ungdómslandsliðsleikarin, Hadassa S. Christiansen, sum vísti hinum sjey ungu monnunum í bólkinum hvør var best á degnum. Næstbestur var Noam S. Durhuus, sum saman við Hadassu hevur tryggjað sær uppflyting til B-bólkin.

Í hinum bólkunum vóru nógvir nýggir leikarar. Umleið 10 leikarar vóru til sína fyrstu kapping í dag, og tað er at fegnast um, at tað legst somikið væl afturat við nýggjum leikarum. Hetta var ein góður endi á hesum Grand Prix-kappingarárinum, og lunnar eru lagdir undir at tað gerst til enn eitt gott kappingarár næsta ár.

Næst á skránni er FM fyri ung í Trongisvági 21. - 22. mars og FM fyri vaksin í Havn 10. - 11. apríl.

Samlaðu Grand Prix-vinnararnir verða kunngjørdir á heimasíðuni seinni í kvøld.

Niðanfyri síggjast úrslitini frá dagsins umfari, og niðast er ein myndarøð.

Grand Prix 7 - úrslit

Bólkur A
1. Ári Fríðason Jensen (Tór)
2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
3. Poul Knút Poulsen (TBF)
4. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
5. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
6. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
7. Edvard Faa Nårstad (TBF)
8. Kai Roest (TBF)

Bólkur B
1. Anja Wongwai (TBF)
2. Ian Jacobsen (B68)
3. Elinborg C. Mortensen (TBF)
4.
Dánial Jacobsen (Tór)
5. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
6. Benjamin Simonsen (TBF)
7. Suni á Lava (Tór)
8. Gudmund Djurhuus (TBF)
9. Brandur B. Johannesen (Tór)

Bólkur C
1. Hadassa S. Christiansen (Tór)
2. Noam S. Durhuus (Tór)
3. Pætur Tróndarson (Tór)
4. Nóam á Rógvi (Tór)
5. Ruben Benbakoura (Tór)
6. Høgni Dalsgaard (Tór)
7. Helgi Hovgaard (Tór)
8. Geiri P. Augustinussen (TBF)

Bólkur D
1. Heri Guðlaugsson (Tór)
2. Allan Christiansen (TBF)
3. Pumin Poulsen (TBF)
4. Martin Eið Eliasen (Tór)
5. Ísak Torkilsson (Tór)
6. Filip Thorsteinsson (TBF)

Bólkur E
1. Liam Steinkross (TBF)
2. Maiken Hammer (TBF)
3. Einar Norðberg (TBF)
4. Jónas Thomsen (TBF)
5. Johan Jacobsen (Tór)

Bólkur F
1. Ísak Thomsen (TBF)
2. Dávid Mellemgaard (TBF)
3. Angelina Øster (TBF)
4. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)
5. Edvard Hansen (Tór)
6. Kaja Thomsen (TBF)
7. Liam Mouritsen (Tór)

Bólkur G
1. Samuel Torkilsson (Tór)
2. Jan Rólant Olsen (Tór)
3. Theo Slættanes (Tór)
4. Bragi Djónason (Tór)
5. Jónas Bech (TBF)
6. Nathan Jespersen (TBF)

Bólkur H
1. Bára Sørensen (TBF)
2. Sigmund Olsen (TBF)
3. Jónas Kjær (Tór)
4. William Roest (TBF)
5. Helga Mortensen (TBF)

Bólkur I
1. Rói B. Wilhelmsen (Tór)
2. Høgni Rógvason (Tór)
3. Bartal Jónsson (Tór)
4. Karl William Djurhuus Jacobsen (B68)
5. Jósef W. Tummasarson (Tór)