Tað gongur dúgliga fyri seg fyri tíðina. Kapping var síðsta vikuskiftið, og longu nú um vikuskiftið verður aftur farið at kappast – hesaferð í Tórshavn.
Talan er nevniliga um 3. Grand Prix-umfar, og tað verður spælt í høllini á Hálsi nú leygardagin 22. november kl.12:00.
Leikarar verða bidnir um at møta til upphiting kl.11:30, og kappingin byrjar sum nevnt um 12-tíðina ella so skjótt leikarar, ið koma norður við Smyrli, eru tilreiðar.
Vit gleða okkum til enn ein góðan kappingardag í høllini, og vóna at luttøkan verður eins góð sum síðsta vikuskifti. Tá luttóku 57 leikarar.
Les um kappingina síðsta vikuskiftið her, og síggj samlaðu støðuna í Grand Prix-kappingini her.
