Vikuskiftið 21. - 22. mars verður FM fyri ung spælt í høllini í Trongisvági. Skráin fyri kappingina er nú løgd, og hon sæst niðanfyri.
Leikarar úr borðtennisfelagnum Tór hava møguleika fyri gisting á hotellinum í Øravík. Meiri er at frætta um hetta í facebook-bólkunum hjá felagum.
Skrá - FM ung
Leygardag 21.mars
Kl.09:30: U09 dreingir (f. 2016 og seinni)
Kl.09:30: U11 gentur (f. 2014 og 2015)
Kl.11:00: U13 gentur (f. 2012 og 2013)
Kl.12:00: U11 dreingir (f. 2014 og 2015)
Kl.13:00: U15 gentur (f. 2010 og 2011)
Kl.15:00: U13 dreingir (f. 2012 og 2013)
Kl.15:00: U17 gentur (f. 2008 og 2009)
Kl.18:00: U15 dreingir (f. 2010 og 2011)
Sunnudag 22.mars
Kl.09:30: U17 dreingir (f. 2008 og 2009)
Kl.13:00: Blandaður tvímansleikur (allir aldursbólkar spæla saman)
