Forsíða Tíðindi Kapping í Trongisvági sunnudagin

Kapping í Trongisvági sunnudagin

26.10.2026

Nú sunnudagin verður aftur borðtenniskapping á skránni. Talan er um 2. umfar í MTV Grand Prix-kappingini, og hesaferð verður kappast í Trongisvági.

Kappingin byrjar kl.13:30, og meldað verður til við dómaraborðið eina løtu áðrenn kappingin byrjar.

Allir bólkavinnarar fáa vinning. Sí støðuna frá 1. MTV Grand Prix-umfari her.