Forsíða Tíðindi FM upptakt: Tey ungu bjóða av

FM upptakt: Tey ungu bjóða av

08.04.2026

Tá ið farið er at vára og komið er inn í apríl hevur spenningurin um FM í borðtennis hug at taka dik á seg, og soleiðis er eisini í ár, nú einans fáir dagar eru til stóri endabresturin á kappingarárinum verður 10. og 11. apríl.

Innleiðandi kappingarnar hjá borðtennis verða spældar fríggjadagin, og úrslitini hendan dagin seta nøvn á hvørjir finalistarnir verða á stóra Kontrast FM-finaludegnum saman við badminton og judo í høllini á Hálsi leygardagin.

Gleðiligu tíðindini eru, at verandi føroyameistararnir hjá kvinnum og monnum, Britt Michelsen og Albert Weihe Wolfsberg, sum bæði eru búsitandi í Danmark, koma til Føroya at royna at verja sítt FM-heitið. Soleiðis skal tað vera - ein meistari gevur seg ikki uttan svørðsslag.

Avbjóðararnir eru tó fleiri, og verandi føroyameistararnir mugu avrika væl, skulu teir aftur í ár standa ovastir á sigurspallinum.

Ári og stórtalent bjóða av

Hálvføroyski Albert Weihe Wolfsberg, sum er búsitandi í Hillerød í Danmark og hevur føroyskan pápa, hevur verið við til at lyft føroyskt borðtennis síðani hann fór at umboða Føroyar í 2022. Á hvørjum ári síðani, fýra ferðir tilsamans, hevur hann vunnið FM-heitið í einmansleiki hjá monnum, og hevur ikki enn tapt ein dyst í FM.

Í fjør var mótstøðumaðurin í finaluni Ári Fríðason Jensen, og hóast tað ta ferðina ikki gjørdist serliga spennandi, so hevur Ári vant dúgliga og er vorðin eitt ár royndari, og er tí aftur í ár eitt gott boð upp á ein finalist - og møguliga kann hann eisini ota seg nærri Alberti ella taka hann á bóli.

Eisini 14 ára gamla stórtalentið, Rasmus Teitsson í Skorini, er í rúkandi menning og hevur longu gjørt um seg ímillum tey vaksnu. Hann hevur prógvað nakrar ferðir, at hann megnar at vinna á Ára. Eitt ivamál kann vera, um Rasmus hevur neyðugu royndirnar at avrika í størstu kappinginu her heima, nevniliga FM, men hann kappast nógv uttanlands og hóast unga aldurin spælir hann vaksið og letur seg sjáldan lynda av trýsti.

Umframt teir báðar ungu avbjóðararnar eru eisini nakrir veteranar, sum hava hug at daga fram við battinum tá FM er á skrá, og hóast venjingarstøðan kann vera so sum so, kunnu hesir við royndum og evnum teirra meiri enn so vísa teimum ungu hvar skápið skal standa.

Tær ungu halda seg til

Hjá kvinnunum hevur mangan verið tætt millum tær báðar TBF-vinkonurnar, Britt Michelsen og Anju Wongwai, sum eru undir lesnaði niðri og venja har. Tær báðar hava skift um at verið Føroyameistarar síðstu trý árini – Britt í 2023 og 2025, Anja í 2024 – og eru tær uppløgd boð upp á at hittast í FM-finaluni fjórða árið á rað.

Aðrar eru tó tilreiðar at bjóða av. 17 ára gamla Elsa Kathrina Gisladóttir og og 15 ára gamla Hadassa S. Christiansen hava verið sera virknar og kappast nógv uttanlands hetta kappingarárið, so tær báðar eru í sera góðari venjingarstøðu, og spennandi verður at síggja, um onkur teirra megnar at gera ein vørr ímóti teimum meiri royndu.

Føroyameistarar

Yvirlit yvir føroyameistarar heilt frá 1959 til í dag sæst á leinkjuni HER.

FM-skráin

📍 høllin á Hálsi 10. og 11. apríl 2026.

Fríggjadag 10. apríl
Kl. 14:00: Einmansleikur, kvinnur og menn (bólkaspæl)
Kl. 15:30: Einmansleikur, menn (víðari spæl)
Kl. 17:00: Tvímansleikur, kvinnur og menn (bólkaspæl)
Kl. 18:00: Tvímansleikur, menn (hálvfinalur)
Kl. 19:00: Blandaður tvímansleikur

Leygardag
Kl. 10:00: Tvímansleikur, kvinnur (finala)
Kl. 10:40: Tvímansleikur, menn (finala)
Kl. 11:20: Blandaður tvímansleikur (finala)
Kl. 12:00: Miðaldeild
Kl. 13:15: Einmansleikur, kvinnur (finala)
Kl. 14:55: Einmansleikur, menn (finala)

Stroyming: Bordtennissamband Føroya streaming
Á YouTube og Kringvarp Føroya frá kl. 13:00 leygardagin