Kappingarárið í borðtennis fer at halla, og FM kappingarnar fyri einstaklingar byrja í ítróttarhøllini í Trongisvági fríggjadagin 16. mars.
Fríggjadagin kl. 15.30 leika pinkur, smágentur, smápiltar og piltar.
Leygardagin 17. mars kl. 09.30 verður hildið fram við hesum deildum: gentum, kvinnuunglingum, smádreingjum, dreingjum og mansunglingum.