Forsíða Tíðindi Feðgarnir Jensen føroyameistarar

Feðgarnir Jensen føroyameistarar

14.04.2014

Feðgarnir Fríði og Fróði F. Jensen, TBF, vunnu føroyameistaraheitið í tvímansleiki í næstu borðtennisfinaluni leygarmorgunin. Avbjóðararnir í finaluni vóru Pætur Albinus og Peter Niclasen, Tór - lagt var upp til eina spennandi finalu.

Finalan gjørdist eisini spennandi og drúgv - men Fríði og Fróði drógu longsta stráið og eru føroyameistarar í tvímansleiki hjá monnum.

Bronsu vunnu Hallur Thorsteinsson og Rói Agnarrson úr Tór.