Elinborg C. Mortensen, næstforkvinna, og Fróði Fríðason Jensen, formaður, heiðraðu Anju Wongwai.

Elinborg C. Mortensen, næstforkvinna, og Fróði Fríðason Jensen, formaður, heiðraðu Anju Wongwai.

Forsíða Tíðindi Anja, Hallur og Rasmus vórðu heiðrað

Anja, Hallur og Rasmus vórðu heiðrað

09.04.2024

Á gallaveitsluni eftir Kontrast FM-finaludagin leygardagin vórðu ársins heiðrar í borðtennis hetta kappingarárið handaðir:

Ársins leikari: Hallur Thorsteinsson (Tór)
Ársins leikari og herðaklapp: Anja Wongwai (TBF)
Ársins ungi leikari: Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

Anja Wongwai, sum hevur havt eitt gott kappingarár, og leygardagin setti krúnuna á verkið við sínum fyrsta føroyameistaraheiti, varð kosin ársins leikari hjá kvinnum.

Hon fekk eisini ársins herðaklapp fyri sítt stóra íkast bæði í TBF og í Borðtennissambandi Føroya sum heild. Hon er sera hjálpsom, og hjálpir sjálvboðin væl til á ungdómslandsliðnum.

Ársins leikari hjá monnum gjørdist Hallur Thorsteinsson. Hann gjørdist júst ov stuttur til FM-heitið hesaferð, men hevur annars verið sera sannførandi hetta kappingarárið.

12 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini varð útnevndur sum ársins ungi leikari. Hann hevur av álvara gjørt seg galdandi hetta kappingarárið, eitt nú við at gerast yngsti leikari í A-bólkinum nakrantíð (11 ár), og við góðum úrslitum í kappingum uttanlands.

Myndir av teimum heiðraðu síggjast niðanfyri.

Ársins leikari og herðaklapp: Anja Wongwai (TBF)

 

Ársins leikari: Hallur Thorsteinsson (Tór)

 

Ársins ungi leikari: Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)