Sunnudagin verður síðsta GP-umfarið
21.02.2024Nú sunnudagin 25. februar verður alt avgjørt í føroysku Grand Prix-kappingini, tá fimta og seinasta umfar verður spælt í høllini í Trongisvági.
Nú sunnudagin 25. februar verður alt avgjørt í føroysku Grand Prix-kappingini, tá fimta og seinasta umfar verður spælt í høllini í Trongisvági.
4. Grand Prix-umfar varð spælt í høllini á Hálsi í dag, har 29 leikarar kappaðust í fýra ymiskum styrkibólkum, nevniliga í A-bólki, B-bólki, C-bólki og D-bólki. A-bólkurin varð býttur í tveir bólkar og síðani cup-kapping.
Fjórða Grand Prix-umfar verður spælt í høllini á Hálsi í Havn nú leygardagin 17. februar kl.12:00. Kappingin varð herfyri útsett vegna veður og avlýsingar í samferðsluni, og neyðugt hevur tískil verið at broyta kappingarskránna eitt vet.
Um vikuskiftið hava átta føroyskir leikarar í aldrinum 11 til 20 ár verið í Danmark og luttikið í Spar Nord Cup 2024 í Roskilde. Talan var um tríggjar leikarar á føroyska A-landsliðnum, og fimm leikarar á føroyska ungdómslandsliðnum.
Vegna tað fyri veður útsettu fráferðina hjá Smyrli og avlýsta samferðslu í Suðuroynni, verður 4. Grand Prix-umfar, sum skuldi vera í Trongisvági í dag, sunnudagin 28. januar, útsett. Kunnað verður um nýggja dagfesting fyri kappingina á heimasíðuni seinni.
Komandi vikuskiftið fara nakrir leikarar á føroysku ungdóms- og A-landsliðunum at luttaka í kapping í danska býnum, Roskilde. Hetta er ein kapping, har føroyingar í mong ár regluliga hava luttikið.
Nú sunnudagin tann 28. januar verður fjórða Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági. Kappingin byrjar kl.13:00, og leikarar verða bidnir um at møta eina løtu áðrenn og melda seg til við dómaraborðið. Hetta er triðseinasta Grand Prix-umfar í hesum kappingarárinum.
Triðja umfar í Grand Prix-kappingini varð spælt í høllini á Hálsi í dag, leygardagin 13. januar, har 28 leikarar luttóku. í A-bólkinum var stórur spenningur í finaluni ímillum tveir av landsins stinnastu leikarum, Hall Thorsteinsson og Fróða F.
Fyrsta borðtenniskappingin í nýggja árinum verður spæld nú leygardagin 13. januar, tá 3. Grand Prix-umfar verður spælt í høllini á Hálsi í Havn. Kappingin byrjar kl.12:00, og leikarar verða bidnir um at tilmelda seg við dómaraborðið tá ið teir koma í høllina.
Føroyskir landsliðsleikarar hava um vikuskiftið luttikið í Kvickly Cup í Ribe í Danmark, sum er størsta kappingin í Danmark við einum luttakaratali, sum hesaferð var omanfyri 700. Umframt danskar leikarar, vóru eisini nógvir týskir og estiskir leikarar við.
Tvey av teimum seks Grand Prix-umførunum eru spæld, og tann fyribils samlaða støðan er tald saman. Leikarar vinna sær stig alt eftir hvørjum plássi í hvørjum bólki teir enda á, og samla sær síðani eitt samlað stigatal - bæði til eina stóra opna samanteljing, men eisini til sín egna aldursbólk.
Annað umfar í Grand Prix-kappingini í borðtennis varð spælt í høllini á Hálsi í dag, har 28 leikarar úr feløgunum Tór úr Havn og TBF av Tvøroyri luttóku. Kappast varð í bólkum býttir upp eftir styrki og úrslitum í undanfarnum kappingum.
Nú verður aftur farið at kappast. Leygardagin verður nevniliga 2. Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi í Havn. Kappingin byrjar kl.12:00, tá ið leikarar úr TBF eru komnir úr Smyrli og í høllina.
Tá ið annað Grand Prix-umfar verður spælt í høllini á Hálsi nú leygardagin tann 18. november, verður tað við einum nýggjum ungum harra í A-bólkinum. Talan er um 11 ára gamla Rasmus Teitsson í Skorini úr borðtennisfelagnum Tór í Havn.
Ársins fyrsta borðtenniskapping varð spæld í høllini í Trongisvági í dag, har 1. Grand Prix-umfar varð spælt. 32 leikarar úr fleiri ymiskum feløgum luttóku.
Fyrsta borðtenniskappingin í hesum kappingarárinum verður spæld nú sunnudagin 5. november, tá 1. Grand Prix-umfar verður spælt í høllini í Trongisvági. Kappingin skuldi upprunaliga vera undanfarna sunnudag, men varð avlýst í evstu løtu vegna broyttu ferðaætlanini hjá Smyrli. Men nú verður tað!
Seinastu vikurnar hava útvið 400 føroyskir skúlanæmingar roynt borðtennis í ítróttatímunum í skúlum teirra. Hetta hevur verið í einum átaki, sum Borðtennissamband Føroya hevur skipað fyri í samstarvi við skúlan við Løgmannabreyt og Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla.
Borðtennissamband Føroya hevur sett nýggjan ungdómslandsliðsvenjara. Talan er um Hall Thorsteinsson, sum frammanundan er væl kendur í føroyska borðtennislandslagnum eitt nú sum landsliðsleikari og ein av drúgvu monnunum í borðtennisfelagnum Tór í Havn.
Kappingin, sum skuldi vera í Trongisvági í dag, sunnudagin 22. oktober, er útsett.
Borðtennissamband Føroya hevði leygardagin 21. oktober árliga aðalfundin, har eitt nú nevndarval var á skránni. Fróði Fríðason Jensen og Elinborg C. Mortensen stóðu fyri vali í starvsnevndini, og tey tóku bæði við afturvali.