Andrew var bestur í miðaldeildini
05.04.2024Sum siður er tá innleiðandi FM-kappingin verður spæld, verður miðaldeildini eisini spæld hetta sama kvøld. Miðaldeildin er ein opin kapping, har pláss er fyri øllum leikarum, óansæð aldur og støði.
Sum siður er tá innleiðandi FM-kappingin verður spæld, verður miðaldeildini eisini spæld hetta sama kvøld. Miðaldeildin er ein opin kapping, har pláss er fyri øllum leikarum, óansæð aldur og støði.
Nú fríggjadagin tann 5. apríl verða innleiðandi umførini í FM-kappingunum í borðtennis spæld í høllini á Hálsi í Havn. Byrjað verður við einmansleikum seinnapartin, og um kvøldið verða tvímansleikir og blandaður tvímansleikur á skránni.
Um vikuskiftið var endabresturin í kappingarárinum hjá teimum ungu, tá FM fyri ung varð spælt í høllini í Trongisvági fríggjadagin og leygardagin. Úrslit og vinnaramyndir síggjast í greinini HER, og sum lovað, hava vit nú eisini eina størri myndaskjáttu frá kappingini. Myndirnar síggjast niðanfyri:
FM fyri ung hevur verið spælt í høllini í Trongisvági hetta vikuskiftið, og eftir at fyrsti aldursbólkurin varð spældur í gjár, hava allar hinar deildirnar - upp til og við mans- og kvinnuunglingar - verið spældar í dag.
FM fyri ung verður spælt í høllini í Trongisvági hetta vikuskiftið, og í dag eru tveir teir fyrstu aldursbólkarnir spældir.
Nú fríggjadagin og leygardagin 15. og 16. mars verður FM fyri ung spælt í høllini í Trongisvági. Lagt verður til brots fríggjadagin, men flestu deildirnar verða spældar leygardagin.
Átta leikarar á føroyska ungdómslandsliðnum hava um vikuskiftið verið í Íslandi á felags venjingarlegu saman við tí íslendska ungdómslandsliðnum.
Í dag setir føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis kósina til Íslands, har felags venjingarlega og kapping verður saman við íslendskum borðtennisungdómi. Fyrsta venjingin verður í Reykjavík í kvøld, men restina av vikuskiftinum verður vant í Laugalandi ein góðan tíma eystanfyri Reykjavík.
Nú fimta og seinasta Grand Prix-umfar er farið aftur um bak, er endaliga Grand Prix-støðan fyri hetta kappingarárið nú uppgjørd. Samlaða Grand Prix-støðan sæst HER, og grein við myndum av vinnarum sæst HER. Í samanteljingini sæst, at tað tilsamans luttóku 47 leikarar í Grand Prix-kappingunum í ár.
Um vikuskiftið hevur ungdómslandsliðið í borðtennis verið á venjingarlegu í høllini á Hálsi í Havn, har eisini nakrir av eldru leikarunum, eitt nú Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinsson, vandu við nakrar av venjingunum.
Í dag varð fimta og seinasta Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági, og sostatt er Grand Prix-kappingarárið nú komið at enda, og vinnarar eru funnir og heiðraðir í øllum aldursbólkum. 34 leikarar luttóku í dag, og tað er hægsta luttakaratalið í einari Grand Prix-kapping hetta kappingarárið.
Fimta og seinasta Grand Prix-umfar verður spælt í høllini í Trongisvági nú sunnudagin 25. februar, og spenningurin er stórur í fleiri deildum, hvør fer avstað við teimum ymisku heiðursmerkjunum. Tað kann staðfestast, nú samlaða Grand Prix-støðan er gjørd upp. Samlaða Grand Prix-støðan sæst HER.
Nú sunnudagin 25. februar verður alt avgjørt í føroysku Grand Prix-kappingini, tá fimta og seinasta umfar verður spælt í høllini í Trongisvági.
4. Grand Prix-umfar varð spælt í høllini á Hálsi í dag, har 29 leikarar kappaðust í fýra ymiskum styrkibólkum, nevniliga í A-bólki, B-bólki, C-bólki og D-bólki. A-bólkurin varð býttur í tveir bólkar og síðani cup-kapping.
Fjórða Grand Prix-umfar verður spælt í høllini á Hálsi í Havn nú leygardagin 17. februar kl.12:00. Kappingin varð herfyri útsett vegna veður og avlýsingar í samferðsluni, og neyðugt hevur tískil verið at broyta kappingarskránna eitt vet.
Um vikuskiftið hava átta føroyskir leikarar í aldrinum 11 til 20 ár verið í Danmark og luttikið í Spar Nord Cup 2024 í Roskilde. Talan var um tríggjar leikarar á føroyska A-landsliðnum, og fimm leikarar á føroyska ungdómslandsliðnum.
Vegna tað fyri veður útsettu fráferðina hjá Smyrli og avlýsta samferðslu í Suðuroynni, verður 4. Grand Prix-umfar, sum skuldi vera í Trongisvági í dag, sunnudagin 28. januar, útsett. Kunnað verður um nýggja dagfesting fyri kappingina á heimasíðuni seinni.
Komandi vikuskiftið fara nakrir leikarar á føroysku ungdóms- og A-landsliðunum at luttaka í kapping í danska býnum, Roskilde. Hetta er ein kapping, har føroyingar í mong ár regluliga hava luttikið.
Nú sunnudagin tann 28. januar verður fjórða Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági. Kappingin byrjar kl.13:00, og leikarar verða bidnir um at møta eina løtu áðrenn og melda seg til við dómaraborðið. Hetta er triðseinasta Grand Prix-umfar í hesum kappingarárinum.