Úrslit og myndir frá ársins fyrstu kapping
11.01.2025Fyrsta borðtenniskappingin í 2025 varð spæld í høllini á Hálsi í Havn í dag, har 47 leikarar úr Tór og TBF dystaðust í 4. Grand Prix-umfari.
Fyrsta borðtenniskappingin í 2025 varð spæld í høllini á Hálsi í Havn í dag, har 47 leikarar úr Tór og TBF dystaðust í 4. Grand Prix-umfari.
Nú er aftur at finna battini fram, tí nú leygardagin tann 11. januar verður fyrsta borðtenniskappingin í 2025. Talan er um 4. Grand Prix-umfar, sum verður spælt í høllini á Hálsi í Havn. Kappingin byrjar kl.12:00, og heitt verður á leikarar um at møta eina løtu áðrenn.
Vegna vánaligu veðurforsøgnina hevur SSL boðað frá, at eingin sigling verður á Suðuroyarleiðini frá leygardegnum kl.16:00 til sunnudagin kl.17:30.Tískil verður 4. Grand Prix-umfar, sum skuldi vera í Trongisvági sunnudagin 24. november, útsett. Nýggj dagfesting verður ásett og kunngjørd seinni.
Nú sunnudagin 24. november verður aftur farið at kappast. Hesaferð er tað 4. Grand Prix-umfar, sum er á skránni í høllini í Trongisvági. Spenningur er í fleiri deildum – sí samlaðu støðuna HER. Kappingin byrjar kl.
Tað var hátíðardagur í høllini á Hálsi í dag, har borðtennisfelagið Tór í sambandi við triðja Grand Prix-umfar hátíðarhelt sín 30 ára stovningardag.
Leygardagin 9. november verður triðja Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi í Havn. Kappingin byrjar kl.13:30. Í sambandi við kappingina hátíðarheldur borðtennisfelagið Tór samstundis sín 30 ára stovningardag. Hátíðarhaldið byrjar kl.13:00 við røðum og onkrum góðum afturvið.
Í hesum døgum eru liðin 30 ár síðani borðtennisfelagið Tór í Havn varð sett á stovn, og hetta ætlar felagið sær at hátíðarhalda. Dagurin verður hátíðarhildin í sambandi við 3. Grand Prix-umfar tann 9. november í høllini á Hálsi í Havn. Byrjað verður kl.
Tvær Grand Prix-kappingar eru nú spældar – ein í Tórshavn og ein í Trongisvági – og nú er samlaða støðan gjørd upp. Skipanin er soleiðis, at allir leikarar kappast saman óansæð aldur og kyn, men at stig verða tald saman í hvørjum aldursbólki sær.
2. Grand Prix-umfar varð spælt í høllini í Trongisvági í dag, og har var undirtøkan somikið góð, at luttakaratalið var tað hægsta í nógv ár. 51 leikarar luttóku, og tað er met - í øllum førum í nýggjari tíð. Tað higartil hægsta luttakaratalið var 8. februar 2020, tá ið 46 leikarar luttóku.
Nú sunnudagin heldur føroyska kappingarárið fram. Tað er 2. Grand Prix-umfar, sum er á skránni, og hesaferð verður kappast í høllini í Trongisvági. Kappingin byrjar kl.13:30. Tilmeldingin til kappingina fer fram við dómaraborðið í høllini áðrenn kappingin byrjar.
Um vikuskiftið og í vikuni - í heystferiuni - hava seks føroyskir leikarar verið á flatlondum og spælt borðtennis í Aarhus, har bæði kapping og venjingarlega hevur verið á skránni. Leikararnir, sum vóru við á túrinum, vóru Anja Wongwai (Amager BTK), Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór), Hadassa S.
Í dag hava leikarar á føroyska ungdómslandsliðnum sett kós ímóti Danmark, har teir um vikuskiftið skulu luttaka í stóru donsku kappingini Aarhus Open.
Kappingarárið 2024/2025 fór av bakkastokki í dag, tá ið 1. Grand Prix-umfar varð spælt í høllini á Hálsi í Havn. Hugaligt var at síggja, at undirtøkan bara var heilt góð til fyrstu kappingina. Tilsamans 34 leikarar úr Tór og TBF luttóku.
Kappingarárið 2024/2025 fer av bakkastokki 21. september, tá ið fyrsta Grand Prix-kappingin verður spæld í høllini á Hálsi í Havn. Hetta er fyrsta kappingin í einari røð av sjey, og fullfíggjaða kappingaryvirlitið sæst í kalendaranum her.
Kappingar- og virksemisskráin hjá Borðtennissambandi Føroya fyri kappingarárið 2024/2025 er nú endaliga løgd. Hópin av spennandi kappingum og venjingarlegum eru á skrá, bæði her heima og uttanlands, og so eru eisini tveir føðingardagar á skránni.
Kappingarárið 2024/25 er um at fara av bakkastokki, og í komandi viku byrja venjingarnar aftur í feløgunum. Hjá TBF á Tvøroyri byrja venjingarnar aftur 19. august, og hjá Tór í Havn byrja venjingarnar aftur 20. august.
Komandi dagarnar fara tveir av føroysku landsliðsleikarunum, Ári Fríðason Jensen og Albert Weihe Wolfsberg, at luttaka í North European Table Tennis Championships í lettiska høvuðsstaðnum, Riga.
"Kai Roest fær við hesum gullnál ÍSFs fyri stuðul og áhuga føroyskari ítrótt at frama", stendur í heiðurbrævinum, sum Kai fekk frá ÍSF farna leygardag. Skúlagarðurin í Trongisvágs skúla líktist ikki sær sjálvum henda leygardagin. Har vóru borðtennisborð yvir tað heila!
Ársins aðalfundur hjá Borðtennissambandi Føroya varð hildin leygardagin 29. juni í hølunum hjá ÍSF á Vestaru Bryggju í Havn. Á skránni var eitt nú nevndarval, og her stóðu tveir starvsnevndarlimir fyri vali. Tey vóru Elinborg C. Mortensen, næstforkvinna, og Pætur Albinus, skrivari.
Við hesum verður kallað inn til aðalfundin 2024 hjá Borðtennissambandi Føroya leygardagin 29. juni kl.12:00 í hølunum hjá ÍSF á Eystaru Bryggju 30 í Tórshavn.