Magnus K. Magnusson sannførandi í manskappingini
19.05.2014Um vit hava Henriettu Nielsen hjá kvinnum, so hava íslendingar Magnus K. Magnusson hjá monnum. Greitt tann sterkasti borðtennisleikarin í kappingini. Í finaluni vann íslendingurin 4-0 ímóti Aqqalu Nielsen úr Grønlandi. Settini endaðu 11-6, 11-8, 11-6 og 11-2.