Seks føroyingar tikið venjaraprógv í Danmark
26.10.2025Um vikuskiftið hava seks føroyingar luttikið á venjaraskeiði, sum danska borðtennissambandið skipaði fyri. Talan var um eitt grundskeið, og tað fór fram í Idrættens Hus í Brøndby.
Um vikuskiftið hava seks føroyingar luttikið á venjaraskeiði, sum danska borðtennissambandið skipaði fyri. Talan var um eitt grundskeið, og tað fór fram í Idrættens Hus í Brøndby.
Tað hava verið nakrir drúgvir, men góðir og gevandi dagar hjá føroyskum borðtennisleikarum, sum síðstu vikuna hava verið á longdari borðtennisferð í Danmark – fyrst í kapping í Aarhus, og síðani á venjingarlegu í Tjele.
Nú um vikuskiftið 11. – 12. oktober luttaka seks føroyskir borðtennisleikarar í donsku kappingini Aarhus Open, sum verður spælt í Brabrand, har vesturi í Aarhus.Hetta er fyrsta uttanlandskappingin hjá føroysku leikarunum í ár.
Skráin fyri kappingarárið 2025/2026 er nú endaliga løgd, og vit í Borðtennissambandi Føroya gleða okkum til eitt kappingarár við hópin av spennandi kappingum og øðrum virksemi bæði her heima og uttanlands.
Kappingarárið 2025/26 er um at fara av bakkastokki, og í komandi viku byrja venjingarnar aftur í feløgunum. Hjá TBF á Tvøroyri byrja venjingarnar aftur mándagin 18. august, og hjá Tór í Havn byrja venjingarnar aftur týsdagin 19. august.
Við hesum verður kallað inn til aðalfundin 2025 hjá Borðtennissambandi Føroya leygardagin 14. juni kl.12:00 í hølunum hjá ÍSF á Eystaru Bryggju 30 í Tórshavn.
Sum siður er í sambandi við FM í borðtennis, so verður á gallaveitsluni á kvøldi latnir heiðrar til teirra, ið hava útmerkað seg á einhvønn hátt í kappingarárinum.
Stóri felags Kontrast FM-finaludagurin hjá borðtennis, badminton og judo hevur verið í høllini á Hálsi í dag, og eins og undanfarin ár, so var talan um ein væl eydnaðan dag við hópin av góðum dystum á hægsta støði.
Innleiðandi FM-kappingin í borðtennis hevur verið spæld í dag, Flaggdagin 25. apríl, í høllini á Hálsi í Havn, har kappast varð í øllum greinunum, nevniliga einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.
Rasmus Teitsson í Skorini úr borðtennisfelagnum Tór í Havn hevur um vikuskiftið verið í Danmark og luttikið í Kids Masters, har 48 teir fremstu leikararnir í U13-árganginum kappaðust í Hald Ege Idrætscenter tætt við Viborg.
Fríggja- og leygardagin 25. og 26. apríl verður endabresturin í hesum kappingarárinum, tá ið FM fyri vaksin verður spælt í høllini á Hálsi í Havn. 25. apríl er flaggdagur, og gevur hetta høvi til at byrja innleiðandi kappingarnar nakað fyrri í ár, soleiðis at tað ikki dregur ov langt út á kvøldið.
Sum siður er, tá felags FM-tiltakið hjá borðtennis, badminton og judo hevur verið, verður skipað fyri einari felags gallaveitslu um kvøldið. Soleiðis verður aftur í ár, og nú ber til at melda seg til veitsluna. Sí myndina niðanfyri.
Við at enda ímillum fýra tey fremstu í elstu aldursbólkunum til FM fyri ung hava níggju ungdómsleikarar spælt sær luttøku til FM fyri vaksin, sum verður í høllini á Hálsi 25. og 26. apríl. Leikararnir eru hesir: KvinnurElsa Kathrina Gisladóttir (Tór)Hadassa S.
Í dag var seinni leikdagurin í FM fyri ung, sum hevur verið spælt í høllini í Trongisvági hetta vikuskiftið. Les eisini: Úrslit og myndir: Fyrstu ungu føroyameistararnir Tríggir aldursbólkar vórðu spældir í dag, nevniliga U13 dreingir, U15 dreingir og U17 dreingir.
Fyrri kappingardagurin í FM fyri ung varð spældur í høllini í Trongisvági í dag, har hópin av ungdómsleikarum luttóku í bæði einmansleiki og tvímansleiki. Kappast varð í flest øllum aldursbólkum, og teir tríggir írestandi aldursbólkarnir, U13, U15 og U17 hjá dreingjum, verða spældir í morgin.
Hetta vikuskiftið er venjingarlega í høllini á Hálsi, har føroyskir og íslendskir borðtennisleikarar venja saman. Tey flestu eru ungdómsleikarar, men eisini venja nakrir A-landsliðsleikarar við.
Endabresturin í kappingarárinum hjá føroyskum borðtennisungdómi verður vikuskiftið 22. - 23. mars, tá ið FM fyri ung verður spælt í høllini í Trongisvági.
Grand Prix-kappingarárið 2024/2025 er nú at enda komið, og samlaðu vinnarnir, trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki, eru heiðrað við heiðursmerkjum. Ein treyt fyri at fáa heiðursmerki er, at leikarin hevur verið við til í minsta lagi fimm út av seks kappingum.
6. og seinasta umfar í ársins Grand Prix-røð varð spælt í høllini á Hálsi í dag. 44 leikarar kappaðust í sjey ymiskum styrkisbólkum. Eftir kappingina varð samlaða støðan gjørd upp, og trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki fingu heiðursmerkir.
Nú leygardagin tann 15. februar verður 6. og seinasta Grand Prix-umfar í ársins kappingarári spælt í Høllini á Hálsi í Havn. Spenningur er í fleiri deildum, so kappingin leygardagin kann gerast avgerandi fyri fleiri leikarar. Samlaða Grand Prix-støðan sæst her. Kappingin byrjar kl.