Ársins fyrsta kapping í Trongisvági sunnudagin
04.01.2026Nú sunnudagin 11. januar verður ársins fyrsta borðtenniskapping spæld. Talan er um 4. Grand Prix-umfar, sum verður spælt í høllini í Trongisvági. Kappingin byrjar kl.13:30, og leikarar verða bidnir um at melda seg til við dómaraborðið eina løtu frammanundan.