2. Grand Prix-umfar varð spælt í høllini í Trongisvági í dag, og her var stóra søgan tann, at luttakaratalið var hitt hægsta í nógv ár – her luttóku nevniliga heili 57 leikarar, og neyðugt var at spæla í níggju ymiskum bólkum, sum samstundis er tað mesta í nógv ár.
Hugaligt var at síggja, at leikarar, ið áður hava spælt borðtennis, aftur høvdu tikið battið í hond – eitt nú 20 ára gamli Tórur Eið Eliasen, sum áður hevur verið á ungdómslandsliðnum, og við at gera reint borð í B-bólkinum í dag prógvaði, at tað framvegis liggur væl fyri.
Í fremsta bólkinum vóru fremstu menninir frá 1. umfari, brøðurnir Fróði og Ári Fríðasynir Jensen, ikki við í dag, og í teirra fráveru var tað 13 ára gamli Tór-leikarin, Rasmus Teitsson í Skorini, sum í rættiliga tryggum stíli fór við fremsta plássinum í A-bólkinum og harvið tryggjaði sær fult stigatal.
Tveir ungir Tór-leikarar, Dánjal Jacobsen og Pætur Tróndarson, framdu tað avrik, at teir vunnu sínar bólkar aðru kappingina upp í slag. Í fyrsta umfarinum undanfarna vikuskifti vunnu teir E- og F-bólkin, og í dag vunnu teir báðir D- og E-bólkin. Spennandi verður at fylgja teimum framyvir, nú teir ota seg frameftir og mótstøðan gerst stinnari.
Nógvir góðir og spennandi dystir vóru eisini í teimum niðaru bólkunum, har nógv av teimum yngstu og nýbyrjarar spæla. Spennandi verður somuleiðis at fylgja hesum framyvir og í næstu kapping, 3. Grand Prix-umfari, sum verður longu nú komandi leygardag 22. november í høllini á Hálsi í Havn.
Grand Prix 2 – Úrslit
Bólkur A
1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
2. Poul Knút Poulsen (TBF)
3. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
4. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
5. Edvard Faa Nårstad (TBF)
6. Jóel Eivinsson Bringsberg (Tór)
7. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
8. Elinborg Christel Mortensen (TBF)
9. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
10. Bogi Gardar Bringsberg (Tór)
Bólkur B
1. Tórur Eið Eliasen (Tór)
2. Hadassa Schwartson Christiansen (Tór)
3. Suni á Lava (Tór)
4. Brandur B. Johannesen (Tór)
5. Jákup Debess (Tór)
6. Gudmund Djurhuus (TBF)
7. Høgni W. Dalsgaard (Tór)
Bólkur C
1. Reidar Petersen (TBF)
2. Noam Suni Durhuus (Tór)
3. Ruben Benbakoura (Tór)
4. Benjamin Simonsen (TBF)
5. Allan Christianson (TBF)
6. Liam Steinkross (TBF)
Bólkur D
1. Dánjal Jacobsen (Tór)
2. Heri Guðlaugsson (Tór)
3. Levi Simonsen (TBF)
4. Nóam á Rógvi (Tór)
5. Dávid Simonsen (TBF)
6. Geiri Augustinussen (TBF)
Bólkur E
1. Pætur Tróndarson (Tór)
2. Ísak Torkilsson (Tór)
3. Filip Thorsteinsson (TBF)
4. Dávur Dionsson (TBF)
5. Einar Johansen (TBF)
6. Rói Ragnarsson (TBF)
Bólkur F
1. Martin Eið Eliasen (Tór)
2. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)
3. Angelina Øster (TBF)
4. Jónas Thomsen (TBF)
5. Dávid Mellemgaard (TBF)
6. Einar Norðberg (TBF)
Bólkur G
1. Rúnar Gunnarsson (TBF)
2. Ísak Thomsen (TBF)
3. Nóam Rúnason Djurhuus (TBF)
4. Kaja Thomsen (TBF)
5. Rósa í Dali (TBF)
6. Helga Mortensen (TBF)
Bólkur H
1. Helgi Hovgaard (Tór)
2. Johan Jacobsen (Tór)
3. Bára Sørensen (TBF)
4. Nathan L. Jespersen (TBF)
5. Julian Øster (TBF)
Bólkur I
1. Askur í Dali (TBF)
2. Rói Vilhelmsen (Tór)
3. Ólavur Johansen (TBF)
4. Magni Bech (TBF)
5. Villiam Roest (TBF)
